Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Føroyska hondbóltslandsliðið hevur í dag skrivað søgu, tí hóast Føroyar taptu við fimm málum ímóti Eysturríki, so er samlaða støðan tann, at Føroyar eru við í EM endaspælinum, sum verður í januar.

Føroyar taptu útidystin ímóti Eysturríki í dag við fimm málum. Endaliga støðan gjørdist 38-33.

Føroyar vóru aftanfyri allan dystin, og fyri tað mesta við fleiri enn teimum fimm málunum.

Men tað var í veruleikanum ein annar dystur, sum hevði størri áhuga hjá føroyingum.

Av tí at Ukraina, sum Føroyar vunnu ruddiliga á heimavølli, skuldi vinna dystin ímóti Rumenia við minst 8 málum, skuldu teir koma framum Føroyar, var sjálvsagt stórur áhugi fyri, hvussu gekst har. Endin var, at Ukraina vann við fimm málum á Rumenia.

Sostatt hava Føroyar vunnið seg í EM endaspælið fyri fyrstuferð nakrantíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo