Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmaður hevði orðið í arktiska ráðnum í Reykjavík fyrrapartin, har hann millum annað legði dent á føroyska leiklutin í arktis, og vaksandi týdningin hjá arktiska ráðnum í sambandi við veðurlagsbroytingar.

“Fyri Føroyar er eitt burðardygt Arktis altavgerandi. Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum – eisini arktiska havinum. Tí eru vit tilvitað um veðurlagsvandan og møguligar avleiðingar av teimum,” segði løgmaður millum annað í røðuni.

Áðrenn fundin fekk løgmaður millum annað amerikanska uttanríkisráðharran Anthony Blinken og russiska uttanríkisráðharran Sergej Lavrov.

Seinnapartin í dag fer løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug Þór Þórarson.

Arktiska ráðið samtykkir strategiska ætlan
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur arktiska ráðið lagt til rættis og samtykt eina niðurskrivaða ætlan fyri framtíðina í arktiska økinum.

Ætlanin, sum limalondini hava arbeitt við, og sum íslendski formansskapurin hevur staðið á odda fyri, er býtt í trý høvuðsøki:

(1) umhvørvisverja,
(2) burðardygg sosial og búskaparlig menning og
(3) eitt styrkt arktiskt ráð.

Arktis hitnar tríggjar ferðir skjótari enn flest onnur øki í heiminum, og tí fyltu veðurlagsbroytingar nógv á fundinum hjá arktiska ráðnum fyrrapartin.

Íslendski formansskapurin í arktiska ráðnum endar í dag, og Russland tekur yvir formansskapin næstu tvey árini.

Myndir: Løgmaður skiftir orð við amerikanska, russiska, danska og norska uttanríkisráðharran áðrenn fundin í arktiska ráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo