Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

ĺ seinastu útgávu av podvarpinum Mikrofonin tosar verturin Búi Tyril við Nikláa Nysted, stjóra í fyritøkuni Knassar, sum m.a. eigur Portal.fo og Vevlýsingar.

Niklái sigur sína hugsan um miðlastuðul og hví hann ikki tekur undir við slíkari skipan.

Hann tosar eisini um lógina um datavernd sum kemur í gildi nú aftan á nýggjár og um tann sonevnda talgilda samleikan. Harafturat verður gjørt eitt sindur burtur úr fintech — tøknifrøði á tí fíggjarliga økinum — og teimum stóru møguleikum fyri KT vinnu sum liggja í tí, og sum føroyingar tykjast at vera blindir fyri.

Her meinar Niklái at vit við verandi kós lorka burtur hesar stóru møguleikar. 

Samstundis ávarar hann staðiliga ímóti tilgongdini í lógar- og regluverkinum, ið hann metir setir bæði okkara fólkaræði og okkara sjálvbjargni í vanda.

Leinki til samrøðuna: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo