Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BETRI: Nýtslan av tænastum so sum Apple Pay og Google Pay er nógv vaksin, síðan peningastovnarnir byrjaðu at bjóða tænasturnar fram í 2019. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Betri Banka.

Í 2019 fór Betri Banki at bjóða nýggjar tænastur, har tað ber til at gjalda við telefonini og urinum. Hesar eita Apple Pay, Google Pay, Fitbit Pay og Garmin Pay. Sambært hagtølunum hava føroyingar tikið tænasturnar til sín.

Í desembur 2019 áttu Apple Pay og Google Pay 10% av samlaðu gjaldingunum. Í oktobur 2020 er hesin prosentparturin vaksin upp í 21% av øllum gjaldingum.

Sum heild verða flestu gjaldingarnar framvegis framdar við vanligum gjaldsháttum (t.e. fysiskum gjaldskorti), men Apple Pay og Google Pay vinna fram, og hetta bendir á, at nýtslan av teimum tænastunum kann vaksa enn meira komandi árini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo