At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Christmas Child Føroyar: Aftur í ár hava fleiri føroyingar verið við til at gleða børn úti í heimi við at senda eina jólagávu. Í vikuni vóru 3461 skógvaeskjur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina.

Í ár fara føroysku eskjurnar til krígsrakt børn í Ukraina ella til ukrainsk børn, ið eru flýdd til grannalondini. Umframt hesar eskjurnar so hava føroyingar eisini keypt eskjur á netinum. Í farnu viku høvdu føroyingar tilsamans keypt 125 eskjur á netinum. Hesar fara eisini til neyðstødd børn. So samanlagt hava føroyingar higartil í ár latið 3586 eskjur.

Christmas Child Føroyar takkar øllum, ið hava sett tíð og pening av til at pakka hesar eskjurnar, eins og vit takka fyri stóra vælvild í samband við at savna eskjur inn runt í landinum og at fáa sent tær víðari. Vit takka bæði einstaklingum og fyritøkum í Føroyum. Nógvar tænastur eru veittar okkum ókeypis.

Vit biðja eftir, at hesar eskjur skulu verða til signing fyri tey, ið fáa tær, og at tær kunnu í eitt lítið mát vísa á ta allarstørstu jólagávuna, at Jesus lat seg føða inn í heimin at bjarga mannaættini.

Enn ber til at keypa eskjur á netinum. Leinki til nethandilin er her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo