Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrarsamband Føroya: Í morgin verður HM í inniróðri, og seks føroyskir rógvarir luttaka. 

Wrich 2023 er í ár skipað sum ein hybrid kapping, tvs. at rógvarar rógva á staðnum og netborið.

Føroyar eru einasta norðurlenska landið, sum hevur rógvarar á staðnum, meðan Danmark, Noregi, Svøríki og Finland luttaka netborið. Í alt 2000 rógvarar frá 70 londum luttaka í kappingini.

Dagarnir uppundir kappingina hava føroysku rógvarnir vant seg til tíðarmunin á -5 tímar, tey hava vant og verið onkra útferð.

Í gjár vóru vit av fyrireikarunum av Wrich spurd, um vit kundu tosa við Haydn Watters, ið er ein ítrótta/rógving viðmerkjari og tíðindafólk frá CBC Listen. Hann hevur m.a. sendingina Here and Now fríggjadagar seinnapart frá kl. 15 til 17 lokala tíð, sum er frá kl. 20-22 føroyska tíð. Sendingin kann hoyrast á netinum ella á APP’ini CBC Listen - leita eftir Here and Now Toronto.

Hoyr samrøðurnar Haydn gjørdi við Elsu Magnussen, næstforkvinnu í RSF, Vár G. Hansen, rógvara og Saritu K. Hansen, rógvara og landsliðsvenjara.

Í dag fríggjadag hava vit verið og skrásett okkum og hava fingið rundvísing í Paramount Fine Foods Centre, har kappingin verður.

Kappingarnar vera vístar live á CBC Sports og stroymdar á CBC Gem og á YouTube kanalini hjá World Rowing - sí meir kunning: trýst her

Sí meira um tíðir og luttakaralistar: trýst her

https://regatta.time-team.nl/wrich/2023/entries/events.php

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo