Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Um satt er, sum hoyrdist í tinginum í gjár, so hava Føroyar fingið tilboð um at keypa 50.000 vaksinueindir av russisku Sputnik-vaksinuni, og so høvdu allir føroyingar verið koppsettir eftir nøkrum fáum døgum ella vikum.

Men við tað at vit hava hongt okkum uppí Danmark, og fáa bert lítlan prosentpart av tí sum Danmark fær, so gongst við sniglaferð at koppseta allar føroyingar.

Lítlu samfeløgini Bhutan og Seysjellurnar hava longu koppsett 60 prosent av sínum íbúgvum. Bhutan telur 770.000 íbúgvar og Seysjellurnar 100.000.

Við tað at so seint gongst at vaksinera, eru føroyingar farnir at ótolnast.

Tey flestu, sum VP hevur tosað við, halda, at vit mugu hava meira vaksinu hendavegin og ikki bert bíða eftir vaksinudropunum sum koma úr Danmark.

- Harragud, talan er um 40.000 fólk sum skulu vaksinerast. Tað átti at funnist onkur í hesum landinum sum kundi sagt føroyska myndugleikanum, hvussu vit koppseta allar føroyingar upp á tildømis tvær vikur.

- Tí við hesari gongdini og ferðini verða vit ikki liðug fyrr enn helst aftaná at tey fyrstu aftur skulu vaksinerast, tí vaksinan er bara trygg í seks mánaðir, sigur ein sum VP hevur tosað við.

Ein annar heldur, at tað er altíð so lætt at vera eftirráðin, men Føroyar eru eitt framkomið land á so nógvum økjum og vit breggja okkum av at vera fremst í heiminum viðvíkjandi næstan øllum, so tað átti at borið til at fingið nokk vaksinu til allar føroyingar beinanvegin.

- Og ikki sum nú, at vit rokna við at fáa so og so nógv, um Danmark fær so og so nógv. Tað er ikki gott nokk, sigur viðkomandi.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo