Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyingar vilja ikki hava líknandi herd krøv til tey ókoppsettu, sum eitt nú síggjast í Eysturríki og Ungarn og eisini eru á veg aðrastaðni í Europa, nú talið á positivum Covid-19 royndum økist í stórum.

Ein spurnarkanning her á VP, sum varð svarað nærum 4.000 ferðir, vísti, at 54% svara noktandi uppá spurningin, um landsstýrið skal herða krøvini til ókoppsett. 43% halda hinvegin, at tað eigur at verða gjørt. Men nærum øll hava eina meining um málið. Einans eittans prosent hevur onga hugsan um spurningin.

Sjálvagt skal henda kanningin takast við sama fyrivarni sum slíkar kanningar skulu. Eitt nú tí tað ikki ber til at tryggja, at tey ið atkvøða eru umboðandi fyri allar føroyingar. Spurt kundi eisini verið um tað sama við øðrum orðum, til dømis um landsstýrið skal seta linari krøv til koppsett enn ókoppsett, og svarið kundi tá verið eitt annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo