Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 121/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárður á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe, løgtingsmanni, um føroysk og donsk áhugamál á uttanríkispolitiska økinum

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Metir løgmaður, at Danmark og Føroyar hava somu áhugamál, tá tað ræður um uttanríkispolitikk?

2. Metir løgmaður, at Danmark og Føroyar hava somu áhugamál, tá tað ræður um handilspolitikk við umheimin?

3. Metir løgmaður, at Danmark dugir betur at røkja føroysk uttanríkispolitisk og handilspolitisk áhugamál, enn Føroyar sjálvar?

4. Veit løgmaður ella er løgmaður kunnaður um, hvørt ætlanin er at styrkja danska uttanríkismálaráðið ella forsætismálaráðið, tá tað ræður um føroysk viðurskifti?

Svar:

Spurningur 1
Uttanríkismál eru formliga felagsmál, sum ríkismyndugleikarnir umsita. Í ávísum uttanríkismálum hava Føroyar og Danmark somu grundleggjandi áhugamál.

Men í øðrum uttanríkispolitiskum málum hava Føroyar og Danmark ikki somu áhugamál, og hesum er eisini rúm fyri í samstarvinum við Danmark. T.d. í handilspolitikki og fiskiveiðusamstarvi, har Føroyar og ES/Danmark eru hvør sín sáttmálapartur.

Spurningur 2
Tá ið um ræður handilspolitikk, eru Føroyar og ES/Danmark ikki sami sáttmálapartur og hava Danmark/ES og Føroyar ikki altíð somu áhugamál.

Spurningur 3
Føroyar skulu vera ein virkin og álítandi samstarvspartur í millumtjóða høpi. Sum ein partur av heimssamfelagnum hava Føroyar møguleikar at troyta og rættindi at brúka, men eisini skyldur at halda og ábyrgd at lyfta í felag við heimsins tjóðum. Tað eru altíð føroysk áhugamál, sum eru stýrandi fyri uttanríkispolitisku kós okkara.

Spurningur 4
Danska stjórnin hevur áður kunnað landsstýrið um, at tey vilja styrkja vitanina í donsku skipanini um føroysk og grønlendsk viðurskifti.
 
Harafturat eru Danmark, Føroyar og Grønland samd um, at samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum skal styrkjast enn meira. Hetta er orsøkin til, at Samstarvsráðið er sett á stovn, sum skal viðgera uttanríkis- trygdar- og verjumál.

Í Tinganesi, 11. februar 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo