Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssambandið: Tveir sigrar og eitt tap bleiv úrtøkan hjá føroyingunum í bestu donsku flogbóltsdeildunum - Volleyligaen.

Nicola Toftegaard (myndin) og Hanna Biskupstø leiktu í dag ímóti Odense DHV og gjørdist talan um eitt tap á 3-0. Hetta merkir, at Ikast KFUM fall niður á 7. plássið í kappingini.

Í hesum dystinum fekk 16 ára gamla Nicola Toftegaard úr Fuglafirði debut fyri Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur. Nicola hevur í heyst umboða Føroyuar á bæði U17 og U19 landsliðunum.

Eftir summarsteðgin fór Nicola á eftirskúla í Ikast. Hon kom skjótt í hópin á besta liðnum og í dystinum í dag, fekk hon debut. Flott av unga føroyska landsliðsleikaranum úr Fuglafirði, sum hevur eina bjarta flogbóltsframtíð fyri sær.

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Brøndby spældu í dag ímóti Lyngby Gladsaxe og vunnu rættuliga lættliga 3-0 á heimavølli. Við hesum halda meistararnir úr Brøndby fast í einum 5. plássi í kappingini.

Áslakur Holm og Vestsjælland spældu í gjárkvøldið á heimavølli í Korsør ímóti donsku meistarunum úr Middelfart. Eitt sindir óvænta gjørdist hetta ein lættari dystur fyri Vestsjælland enn væntað, tí Áslakur og Vestsjælland vunnu 3-1. Vestsjælland heldur tí fast um 5. plássið í kappingini - javnir í stigum við júst Middelfart, sum tó hava leikt ein dyst meira enn Vestsjælland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo