Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eyðbjørn Hansen, stovnari og stjóri, Gunnar Johildarson, stovnari og stjóri í Danmark og Joakim Karlsen, nevndarformaður.

Eyðbjørn Hansen, stovnari og stjóri, Gunnar Johildarson, stovnari og stjóri í Danmark og Joakim Karlsen, nevndarformaður.

Norska íløgufelagið Hawk Seafood hevur keypt 51,1% av partapeninginum í føroysku fyritøkuni Sea Farm Innovations.

Hesum boða fyritøkurnar frá í tíðindaskrivi.

Sea Farm Innovations hevur ment skipanir til at avlúsa alifisk, og selt hesar til alarar í Noregi, Kanada, Kili, Føroyum og Skotlandi.

- Selt er fyri 90 milliónir krónur við góðum vinningi, sigur Sea Farm Innovations millum annað í tíðindaskrivinum.

Eyðbjørn Hansen, sum er ein av stovnarunum og stjóri í fyritøkuni, sigur, at løtan nú er tann rætta hjá felagnum at fara undir næsta stigið í menningini av fyritøkuni.

- Vit fáa við hesum nógv betri atgongd serliga til norska marknaðin, og vit gleða okkum til samstarvið við Hawk Seafood, sum hevur nógvar royndir við at menna vakstrarfyritøkur, sigur hann við VP.

Hann leggur ikki í at koma inn á, hvussu nógv teir hava selt meirilutan av fyritøkuni fyri.

Sea Farm Innovations hevur dóttirfyritøkur í Danmark og Noregi.

Úrslitini hjá Seafarm Innovations hava seinastu fimm árini ligið ímillum 229 túsund og stívliga 16 milliónir krónur. Samlaða úrslitið tey fimm roknskaparárini hevur verið 29 milliónir krónur eftir skatt.

Umframt Eyðbjørn Hansen hevur Gunnar Johildarson verið við í fyritøkuni frá byrjan, og nú í samband við at norska íløgufelagið hevur keypt ein part av fyritøkuni er Joakim Karlsen komin inn í nevndina sum formaður.

Eyðbjørn Hansen, stovnari og stjóri, Gunnar Johildarson, stovnari og stjóri í Danmark og Joakim Karlsen, nevndarformaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo