Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá ið munnligir fyrispurningar vóru fyri í dag á tingi, spurdi Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, um landsstýrismaðurin Jenis av Rana hevur ætlanir um at hækka markið fyri inntøkujavnan av lestrarstuðlinum hjá lesandi, so markið fylgir gongdini í lønar- og prísvøkstrinum í samfelagnum?

- Um ja, nær verður hetta eftir ætlan gjørt?

- Um nei, hvat er orsøkin til, at henda upphædd stendur í stað, hóast lønir og prísir eru hækkaðir nógv síðan 2012?

Til spurningin svaraði Jenis av Rana fyrsta spurninginum, at upphæddin fyri sjálvan lestrarstudningin verður dagførd á hvørjum ári, so hon fylgir gongdini í prístalinum í samfelagnum. Kann nevna at prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri í fjør, í mun til miðalprístalið fyri fyrra árið, var 2,7%.

- Og tí hækkaðu vit eisini lestrarstudningin samsvarandi hesum í ár, segði Jenis av Rana..

- Viðvíkjandi markinum fyri inntøkujavnan av lestrarstuðlinum, so fylgir hetta ikki prístalinum á sama hátt. Markið á í miðal 20.000 kr um mánaðin merkir, at lesandi í Føroyum hava frælsið at arbeiða nógv, og kunnu fáa útgoldið eina samanlagda A-inntøku á 240.000 kr um árið, uttan at verða mótroknaði í lestrarstuðli. Harumframt er mótrokningin stigvís, so ein eyka inntøka á t.d. 1000 ella 2000 kr ikki merkir at tann lesandi missir allan stuðulin, men at viðkomandi verður mótroknaður 10 ella 20% av stuðlinum. 

- Samanborið við okkara grannalond, hava føroysk lesandi tí, í so máta, betri fíggjarligar fortreytir enn flestonnur norðurlendsk lesandi.

- Hóast føroyska skipanin er góð, so er kortini umráðandi at fylgja við gongdini.

- Sambært hagstovuni vóru prísirnir 2. ársfjórðing í ár 7,3 prosent hægri enn teir vóru fyri 2. ársfjórðing í fjør. Sostatt er hetta størsta príshækking seinastu 14 árini. 

- Tí fer ein meting at verða gjørd av nýggju støðuni, um núverandi markið burdi verði broytt, og um tørvur annars er á øðrum tillagingum í verandi skipan.

Viðvíkjandi næsta spurninginum, segði Jenis av Rana, at um ella nær eventuella broytingar verða gjørdar, kundi hann ikki siga í løtuni, fyrst má málið kannast gjøllari.

- Til spurningin, um orsøkina til at upphæddin framvegis er 20.000 kr, so er svarið tað einfalda, at undanfarnu landsstýrini mest sannlíkt ikki hava mett tað neyðugt at broyta hetta.

- Síðani 2012 hevur markið fyri inntøkujavnan staðið í sjálvari lógini um lestrarstudning, so undir øllum umstøðum vildi ein broyting av markinum kravt samtykki frá Løgtinginum, fyri einari broyting í sjálvari lógini, segði Jenis av Rana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo