Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Faroese Society for Tunnels: Stovnar og fyritøkur, sum virka innan føroyskt tunnilsarbeiði, hava savnað seg í eitt áhugafelag, ið skal savna vitanina og slóða veg fyri føroyskari tunnilsserfrøði í Føroyum og uttanlands. Felagið vil gera vart við seg, nú suðuroyartunnilin nærkast. Føroysk vinna skal byggja føroyskar tunlar.

Føroyar eru í heimshøpi eitt av teimum samfeløgum onnur venda sær til fyri at fáa íblástur og vitan um týdningin av tunlum í samfelagsmenningini.

60 ára royndir við einsporaðum tunlum millum bygdir, tvísporaðum tunlum millum kommunur og slóðbrótandi undirsjóvartunlum millum oyggjar hava flutt føroyska samfelagið fram í oddin innan vælferð, flytføri og kappingarføri. Royndirnar og vitanin eru ikki avmarkað til tekniskar førleikar innan tunnilsgerð og fyrireiking, men eisini innan samfelagsvirði fyri borgararnar í Føroyum.

Nýggjasta frágreiðingin hjá Landsverk "Forkanning av einari nýggjari suðuroyarleið" hevur vakt ans uttanlands, tí í arbeiðnum verða nýttir nýggjastu búskaparligu, samfelagsligu og umhvørvisligu greiningarhættir at meta um verkætlanina í einum samfelagsligum høpi. Einum høpi, sum ikki einans snýr seg um krónur og oyru, men um menniskju, samfelag og umhvørvi.

Tað er í hesum samanhangi, at føroyska tunnilsserfrøðin hevur tikið seg saman í eitt áhugafelag, fyri at gera vart við og vísa á dygdirnar, sum eru í føroysku vinnuni og almennu stovnunum. Høvuðsskrivstovan hjá Landsverk í Havn var 14. juli 2022 karmur um stovnandi aðalfundin hjá áhugafelagnum Faroese Society for Tunnels.

Stór undirtøka
Landsverk setti í 1963 hol á føroyska tunnilsbygging, men saman við vinnuligum og almennum undangongufólki er føroysk tunnilsvitan vaksin seg upp á altjóða støði. Stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, tók stig til áhugafelagið og undirtøkan var greið:

 - Føroysk tunnilsserfrøði er á altjóða stigi, og tað er tað, vit vilja vísa á. Saman hava vit bygt hetta landið út, vit hava royndirnar og vit hava vitanina, sigur Sigurd L. Lamhauge, formaður í Faroese Society for Tunnels.

Stovnandi aðalfundurin vísur á, at tørvur er á einari felags rødd, tá nýggjar tunnilsverkætlanir eru í umbúna. Føroysk servitan og royndir skulu tryggjast ein lyklaleiklut í komandi verkætlanum.

- Ein avgerandi fortreyt fyri okkum, sum búleikast í Føroyum er, at vit standa okkum í kappingini. Skulu vit skapa fortreytirnar hjá komandi ættarliðum at búleikast og mennast, er tað av størsta týdningi, at vit skapa røttu karmarnar. Tað merkir eitt nú, at tað eru føroyingar, sum projektera og byggja tunlar í Føroyum, staðfesti aðalfundurin hjá Faroese Society for Tunnels.
   
Orðaskiftið um nýggjan undirsjóvartunnil til Suðuroynna hevur av álvara tikið seg upp seinastu tíðina. Og nú frættist, at alment partafelag skal stovnast í heyst. Faroese Society For Tunnels fegnast um ætlanirnar, men felagið vil vísa á, at eitt komandi alment partafelag skal brúka føroyska servitan í størst møguligan mun.  

Á aðalfundinum vóru umboð fyri fyritøkur og stovnar, sum hava drúgvar royndir í øllum lutum at byggja føroyskar tunlar. Fyritøkurnar og stovnarnir eru: Landsverk, Fróðskaparsetur Føroya, Articon, J&K Petersen, LBF, EL Service, KJ, KS Teknik, Spenn, Borg, PB Consult og SMJ.  

Limirnir eru á einum máli um, at størsta føroyska íløga nakrantíð má koma føroyingum til góðar. Bróðurparturin av pengum, royndum og vitan má ikki enn eina ferð flytast av landinum.

Føroyska samfelagið er ment við vilja, áræði og samstarvi ígjøgnum øldir, og tað mugu vit halda fast um, tí sum fólk læra vit lítið, tá onnur gera arbeiðið fyri okkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo