Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Nýggju roknskaparhagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði summar vinnugreinar lamnar.

Harafturat vísa nýggju tølini, at vinnugreinin ‘Aling’ hevði eitt betri úrslit í 2021 enn 2020, men úrslitið var einans stívlig helvt av úrslitinum í 2019.

Av framleiðsluvinnugreinunum eru úrslitini í ‘Matvøruframleiðslu’ hækkað við 158 mió. kr., meðan úrslitið í 'Byggivinnuni' minkaði niður í eina helvt frá 235 mió. kr. í 2020 til 106 mió. kr. í 2021.

Roknskaparhagtøl býtt vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2021.

Nýggju hagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað væl at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði partar av vinnuni lamnar. Tá koronufarsóttin kom, varð stúrt fyri, at gongdin í búskapinum fór at taka skap av sonevndum L-snið, har sølan og harvið úrslitið hjá feløgum dalar og leggur seg á lægra støðinum í longri tíð. Fyrsta talvan vísir tó greitt, at føroysk vinnufeløg hava megnað at mynda eitt V-snið. Tí hóast úrslitið fyri allar vinnur kavaði frá 2,6 mia. kr. í 2019 til 1,6 mia. kr. í 2020, so megnaðu vinnurnar tilsamans at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr. í 2021. 

Hart raktir vinnubólkar komu fyri seg aftur
Hagtølini fyri 2020 vístu, at onkrir vinnubólkar vóru serliga hart raktir av koronufarsóttini. Her var talan serliga um ‘Flutnings- og goymsluvinnuna’ og ‘Gisting og matstovuvinnuna’. Hesir bólkarnir hava tó megnað at fáa positiv úrslit í 2021. Í vinnubólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinnuna’ fór úrslitið frá 156 mió. kr. í 2019 til minus 325 mió. kr. í 2020 og so uppaftur á 39 mió. kr. í 2021. Somuleiðis lækkaði úrslitið eisini í ‘Gisting og matstovuvinnu' frá 30 mió. kr. í 2019 til minus 18 mió. kr. í 2020 og so uppaftur á 13 mió. kr. í 2021. Úrslitini í hesum vinnubólkinum eru sostatt ikki komin upp á sama støði sum í 2019, áðrenn koronufarsóttin rakti, men úrslitini eru positiv aftur.

Fá meira at vita her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo