Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.800 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Hetta svarar til 84%.

Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk í hesum aldri, svarandi til 16%.

Hetta er størsti vinnutíttleikin samanborin við onnur lond í Europa.

Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kann veita arbeiðsmegi.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er 84,3%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 86,1% og hjá kvinnum við 82,4%.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, bæði hjá kvinnum og monnum, við Íslandi næst aftanfyri.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo