Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Við ársenda 2021 var føroyska EGS-skuldin mett til 34% av BTÚ, meðan hon er mett at vera 30% av BTÚ í 2022. Tað kemst serliga av stóra vøkstrinum í BTÚ í 2022, men landskassin hevur eisini goldið 200 mió. kr. niður á skuld í 2022.

Í 2021 er føroyska EGS-skuldin mett at vera 34% av BTÚ, sí mynd niðanfyri. BTÚ væntast at verða størri í 2022 enn í 2021, og tað ger, at EGS-skuldin er mett til at gerast 30% av BTÚ í 2022. Eisini hevur landskassin í juni 2022 rindað 200 mió. kr. niður av skuldini.

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein háttur at rokna almenna bruttoskuld, ið ger tað møguligt at samanbera skuldarstøði tvørturum lond. Á donskum verður tað rópt ØMU (Økonomisk Monetær Union) og á enskum EMU (Economic and Monetary Union).

Myndin niðanfyri vísir ESG-skuldina hjá Føroyum og øðrum londum í 2021. Tað sæst at Føroyar hava um somu skuld í mun til BTÚ sum okkara grannalond og væl minni enn londini í Evropa. Havandi í huga, at føroyski búskapurin er ein pinkubúskapur, og at hann sveiggjar nógv, er umráðandi, at skuldin ikki er ov stór.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo