Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Aftur hesaferð er føroyska flaggið millum teirra, sum klára seg best í øllum heiminum. Hetta er greitt nú International Chamber of Shipping (ICS) hevur kunngjørt árliga avrikslistan yvir støðuna hjá aljtóða skipaskrásetinum.

- Vit fegnast um, at føroyska flaggið fær góð skotsmál og verður roknað sum eitt kvalitetsflagg. Fyri føroysk handilsskip er hetta góð týðindi, tí tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Avrikslistin gevur ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Tað greinar viðurskifti sum altjóða havnaeftirlit, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum, miðalaldur á handilsflotanum og luttøku á IMO fundum. Gongdin seinastu árini er nógv betrað, og ein orsøk er eitt jaligt samstarv millum vinnu og myndugleikar.

Kappingarføri hjá reiðaríum í føroysku altjóða skipaskráini, FAS, er knýtt at metingini av flagginum. Um flaggið ikki verður mett sum góðskuflagg kann hetta ávirkað virksemið og raksturin hjá reiðaríum, eitt nú við øktum eftirlitsvitjanum og fleiri krøvum til avtalur.

Útgávan fyri 2020/2021 kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo