

Føroyska kunningartøknivinnan eigur at fáa møguleikan at menna komandi heilsuskipanina til sjúkrahúsverkið.
Við ársenda 2021 boðaði stjórin í Cambio leiðsluni á Sjúkrahúsverkinum frá, at veitingar- og rakstraravtalan fyri COSMIC heilsuskipanina bleiv uppsøgd við 2 ára uppsagnartíð, við møguleika at leingja uppsagnarfreistina við samráðingum um nýggjan uppsagnarsáttmála!
Við hesum stendur politiski myndugleikin saman við leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum á berum við uppsagdari heilsuskipan, ið hevur kostað landinum tíggjutals, um ikki hundratals, milliónir samanlagt at ment.
Við uppsøgnini skal nýggj heilsuskipanarloysn finnast, og hendan loysnin eigur at verða boðin út til føroyskar kunningartøknisfyritøkur at menna, heldur enn útlendskar!
Tað kann skapa vinnuligan framburð og nýhugsan í eini vinnu, ið hevur stórar vakstrarmøguleikar sum ein framtíðar útflutningsvinna!
Føroyska talgilda vinnan hevur víst í verkið, at føroyingar duga, tá ið kunningartøkni umræður.
Com-data mennirnir í Klaksvík settu veruliga ferð á KT menningina í Føroyum fyri nærum 40 árum síðan, við loysnum til bæði tað almenna og serliga fiskivinnuna her á landi og uttanlands.
Føroyski talgildi samleikin, saman við Vanganum, er ein sólskinssøga og framkomin KT- loysn, ið er ment av føroyingum til føroyingar.
Menningin av skipanini gongur við rúkandi ferð, og samanborið við líknandi donsku NEMID loysnina, hevur hendan loysnin óendaligar og spennandi vakstrarmøguleikar á alskyns tøkniligum mótum, so her ganga vit sanniliga eisini undan!
Anfinn Hansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo