Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-010/2024 eftir § 52 a í tingskipanini frá Beini Johannesen, løgtingsmanni, um revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi
Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Hvat skal til, fyri at útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og Fast-Track, skulu útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðsloyvi?
- Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal revsiváttan?
Svar:
Til nr. 1 og 2
Bæði landsins myndugleikar og teir arbeiðsgevarar, sum fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, hava ábyrgd av, at útlendingar, sum koma hendan vegin at arbeiða, ikki eru dømdir brotsmenn.
Eg haldi tí, at í fyrstu syftu eiga føroysku fyritøkurnar, ið fáa útlendsk arbeiðsfólk hendan vegin at arbeiða, at seta krav um, at útlendingar mugu vísa revsiváttan fyri at fáa arbeiði hjá teimum.
§ 15 í føroysku útlendingalógini heimilar, at treytir kunnu leggjast á eitt arbeiðsloyvi í Føroyum. Avvarðandi danski ráðharri kann, eftir samráðing við Føroya landsstýrið, áseta nærri reglur um arbeiðsloyvir til Føroyar, undir hesum innihaldið og gildistíð og um tær treytir, sum kunnu leggjast á eitt loyvi.
Eg haldi, at tað eigur at vera eitt yvirskipað krav frá landsins myndugleikum, at útlendingar, sum ynskja at arbeiða í Føroyum, skulu útvega revsiváttan í sambandi við umsókn sína um arbeiðs- og uppihaldsloyvi her.
Eg fari tí í næstum at seta meg í samband við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum og heita á hann um at áseta reglur um, at útlendingar, sum ynskja at arbeiða í Føroyum, skulu útvega revsiváttan í sambandi við umsóknir sínar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður í lógarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo