At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fraklendingar møttu fjølmentir at síggja føroyskar filmar í franska høvuðsstaðnum í gjár.

Tá dyrnar á La Maison du Danemark lótu upp, vóru stívliga 80 fólk savnað til sýningarnar av Trøllabeiggja og Handanlandi, ið ávíkavist Gudmund Helmsdal Nielsen og Barbara Lervig hava leikstjórnað.

“Tað hevur sera stóran týdning at føroyskir filmar eisini verða vístir úti í heimi,” heldur Tina í Dali Wagner, leiðari á Filmshúsinum. Hon er í París í sambandi við mentunarátakið Føroyar í París 2022.

“Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at fáa útlendskar framleiðslur til Føroya fyri at menna føroyska filmsvinnu, men filmur er eisini list, og eigur sjálvandi at hava innivist, tá stór mentanarátøk verða fyriskipað,” sigur Tina í Dali Wagner. 

Á móttøkuni í gjár var ein stutt framløga av filmunum, eins og leikstjórarnir svaraðu spurningum frá áskoðarunum.

Í annaðkvøld fara Dania Tausen og Trygvi Danielsen at lesa yrkingar og heimildarfilmurin, Skál, ið Maria Tórgarð hevur leikstjórnað saman við Cecilie Debell, verður sýndur. Maria Tórgarð verður sjálv til staðar.

Stóra mentanarátakið Føroyar í París 2022 fevnir umframt film, eisini um eina røð av føroyskum tiltøkum innan list,  bókmentir, tónleik, og sniðgeving.

Myndafólk: Tina í Dali Wagner og Klara Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo