Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Róðrasamband Føroya: Føroysku rógvararnir hava í gjár kappast á 500 metrum í HM í inniróðri.

Úrslitini talan fyri seg, og føroysku rógvararnir hava enn einaferð prógvað, at teir eru millum heimsins bestu.

Byrjað var kl 12, og longu tá fingu vit tveir heimsmeistarar og eitt flott 3. pláss.

Vár og Sára Maria róðu í bólkinum 21-22 og Vár legði hart út og vann bólkin sannførandi.

Sára Maria róði seg til eitt flott 3. pláss og setti somuleiðis persónligt met.

Zoe róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Zoe róði ein sannførandi róður og gjørdist heimsmeistari.

Mattias róði í bólkinum 17-18 ár, og aftur her fingu Føroyar ein heimsmeistara. Mattias setti somuleiðis persónligt met.

Sarita og Elsa róðu í lættvekstbólkinum 23-39 ár. Í harðari kapping megnaði Sarita eitt flott 2. pláss. Elsa róði fyri fyrstu ferð í lættvektsbólkinum og bleiv nr. 5.

Róðrarsambandið fegnast um avbera góðu úrslitini og gleðist saman við okkara dugnaligu rógvarum.

Tíðirnar hjá Føroysku rógvarunum eru niðanfyri:

Vár G. Hansen 1:32.0

Sára Maria Johansen 1:34.1

Zoe E. Dickson 1:40.7

Mattias Durhuus 1:18.8

Sarita Kristina Hansen 1:38.6

Elsa Magnussen 1:41.1

Í dag verður kappast á 2000 metrum, og Róðrarsambandið ynskir føroysku rógvarunum bestu eydnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo