Peningur fjalir nógvan býttleika
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Peningur fjalir nógvan býttleika
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Havnar Svimjifelag: Nú FM í svimjing er á langgeil í Gundadali í Havn, setti Bartal Erlingsson Eidesgaard føroyskt met í 50 m frí sunnudagin.

Tað er altið spenningur í, tá stysti og skjótasti teinurin í svimjing skal svimjast, og longu innleiðandi  sunnumorgun setti Bartal føroyskt met við tíðini 23.39, men fáar tímar seinni til finaluna sunnukvøldið, setti hann aftur føroyskt met við tíðini 23.13.  

Bartal átti sjálvur føroyska metið frammanundan, sum hann setti til Swim Open Tórshavn í apríl, tá hann setti føroyskt met við tíðini 23:46.  

Vit ynskja Bartali hjartaliga til lukku við føroyska metinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #