Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Sendingin verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið

Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Sendingin verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið

Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur. Sendingin verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið

Búskapur & Vinna: Ein skjótt vaksandi eftirspurningur, kostnaðarmikil byrjan og serstøk føroysk frábrigdi eru sambært Dániali Hoydal grundgevingarnar fyri høgu virðismetingini av unga føroyska brennarínum, sum væntast at selja fyrstu whiskyfløskurnar í 2026.

Dánial Hoydal er stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni Faer Isles Distillery, sum í fjør lat dyrnar upp á brennaríinum í Kvívík og fór undir framleiðslu av whisky fyrr í ár. Í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 í Televarpinum í kvøld er Dánial gestur í sendingini, har hann millum annað avdúkar, at unga íverksetarafyritøkan í næstum fer at bjóða partabrøv til almenningin.

Lítla føroyska fyritøkan við sæti beint uttanfyri í Kvívík hevur allan heimin sum marknað fyri sínum vørum, men byrjaði bókstaviliga á berum fyri bert 3 árum síðani, tá fyrstu tekningarnar til nýggja destillaríið blivu kunngjørdar. Íløgur eru nú gjørdar fyri yvir 40 milliónir krónur í bygningar, útgerð og vørugoymslu. Gin, vodka og akvavitt eru á vøluhyllini nú, men fyrr í ár bleiv framleiðslan av whisky eisini sett í gongd.

Hóast fyritøkan hevur til góðar at selja sínar fyrstu fløskur av whisky, tá whiskyframleiðsla tekur í minsta lagi trý ár, hevur leiðslan í fyritøkuni virðismett seg sjálva til heili 150 milliónir krónur. Hetta framgongur av kunningartilfari, sum leiðslan hevur gjørt í sambandi við, at fyritøkan í næstum fer at bjóða verandi og nýggjum partaeigarum at teknað partapening. Partabrøv fyri upp til 15 milliónir krónur skulu seljast, svarandi til 10% av fyritøkuni. Av tí at partabrøvini verða boðin út alment skal prospekt gerast, ið skal undangóðkennast av danska fíggjareftirlitinum. Tann tilgongdin er í gongd.

Í sendingini undrast Johnny í Grótinum, vertur, yvir høgu virðismetingina av Faer Isles Distillery á 150 milliónir krónur. Dánial Hoydal vísir á skjótt vaksandi eftirspurningin eftir hágóðsku whisky og sereyðkennini við føroyskum whisky lagra í føroyska opnahjallinum, sum nakrar av grundgevingunum fyri høgu sølutølunum, sum liggja til grund fyri høgu virðismetingini av felagnum. Longu í ár búsketterar fyritøkan við yvirskoti grundað á søluna av hinum vørunum og whisky á tunnu, og tað er sambært Dániali ein stórur fyrimunur.

Eitt brot úr samrøðuni sæst her:
https://fb.watch/kAj7tWD7zm/

Nevndarformaður í Faer Isles Distillery er navnframi íverksetin Heini Zachariassen, stovnari og fyrrverandi stjóri í Vivino, sum stendur fyri heimsins mest brúktu vín-app. Bogi Karbech Mouritsen stovnaði saman við Dániali Hoydal fyritøkuna Faer Isles Distillery fyri nøkrum árum síðani, tá hann eisini bleiv fyrsta starvsfólki í fyritøkuni, sum helt til í Hugskotinum í Havn fyrstu tíðina.

##med2##
Bogi Karbech Mouritsen, fremst á myndini, stovnaði saman við Dániali Hoydal fyritøkuna Faer Isles Distillery. Fyrstu tíðina helt fyritøkan til í Hugskotinum í Havn

Evnið í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna er nýskapan og íverksetan innan brennarí og bryggjarí í Føroyum. Umframt Dánial Hoydal verður Johannes Jensen eisini gestur í sendingini. Johannes er ein av stigtakarunum og stovnarunum av nýggja mikrobryggjaríinum OY, sum hann kemur at greiða frá í sendingini. Tær báðar smáu fyritøkurnar hava tað til felags, at tey hava ein breiðan skara av partaeigarum, sum hava sett váðafúsa fígging í fyritøkurnar báðar.

Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 20 og 22. Í komandi viku verður sendingin eisini tøk sum netvarp á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo, har fyrstu 17 sendingarnar eisini eru tøkar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo