Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Markvirðini í eftirlitsdiamantinum hjá fíggjareftirlitinum eru ásett fyri at mótvirka ov høgum váða, samstundis sum peningastovnarnir skulu kunna reka lønandi virksemi og veita neyðugan kreditt til fyritøkur og húsarhald. Lýkur peningastovnurin ikki eitt ella fleiri av hesum markvirðum, verður eftirlitið frá fíggjareftirlitinum hert.

Markvirðini eru savnaði í sokallaða eftirlitsdiamantinum, sí talvu 1 niðanfyri. Talvan vísir hesi markvirði fyri føroysku peningastovnarnar tann 30. juni í 2021, og teir luku allir øll fýra markvirðini hjá fíggjareftirlitinum.

Markvirðini eru fýra í tali. Hesi eru:

1) At 20 tey størstu útlánini hjá peningastovninum ikki mugu vera meira enn 175% av kjarnukapitalinum.

2) At útlánini frá einum ári til næsta ikki mugu veksa meira enn 20%.

3) At útlán til fastogn (við vinnuligum endamáli) ikki mugu vera meira enn 25% av samlaðu útlánunum.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í øðrum ársfjórðingi 2021 her 

4) At peningastovnurin hevur gjaldføri omanfyri 100% av minstakravinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo