Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Niklas Nikolajsen von Karlshof, sum er ein av eftirkomarunum hjá J.F.Kjølbro í Klaksvík, fer nú frá sum nevndarformaður í Bitcoin Suisse sum hann sjálvur var við til at stovna í 2013.

Hesum boðar hann frá á sosialu miðlunum.

- Nú havi eg gingið undan, og eg haldi tíðin er komin at lata onnur taka við, sigur hann millum annað, og leggur afturat, at hann fer at taka sær meira av familjuni og annars veita ráðgeving til tey í fyritøkuni, tá tørvur er á tí.

Eftirmaðurin eitur Luzius Meisser, hann arbeiðir longu frammanundan hjá Bitcoin Suisse og tekur við sum formaður 1. januar.

Bitcoin Suisse hevur kryptogjaldoyru fyri einar 43 milliardir krónur í síni varðveitslu. Fyrra hálvár í ár hevði bankin sambært finans.dk eitt yvirskot uppá 500 milliónir krónur.

Niklas Nikolajsen eigur 25% av Bitcoin Suisse.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo