Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í nýggju sendingini Búskapur & Vinna hjá Televarpinum mælti Teitur Poulsen, nevndarformaður í Magn, politisku skipanini til at brúka CO2-avgjøld til at seta ferð á grøna orkuskiftið.

Í politisku skipanini er stór mótstøða ímóti uppskotinum í samferðslupakkanum at hækkað avgjaldið á brennievnum við 13 oyrum fyri liturin. Men júst hægri avgjøld á millum annað brennievni er besta amboðið til at fremja grøna orkuskiftið á skynsamasta hátt, sambært Teiti Poulsen, fíggjarstjóra í oljuleitingarfyritøkuni Lundin Energy og nevndarformaður í Magn.

Hetta segði hann í drúgvari samrøðu við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, ið er vertur í nýggju sjónvarpssendingini. Fyrsta sendingin av Búskapur & Vinna bleiv send mikukvøldið klokkan 19:00 á Rás 1 á Televarpinum. Høvuðsevnið í fyrstu sendingini er grøna orkuskiftið og árinini á privatu orkuvinnuna í Føroyum.

Magn er ein virðismikil fyritøka
Desember 2021 var sermerktur fyri Teitur Poulsen við tveimum stórum fyritøkuhandlum. Arbeiðsgevari hansara fyritøkan Lundin Energy bleiv seld fyri slakar 100 milliardir krónur beint fyri jól, og Magn bleiv keypt fyri hálva milliard krónur. Teitur tók saman við Tommy Djurhuus og Ben Arabo stig til, at 32 føroyskir íleggjarar keyptu meirilutan í Magn frá íslendska Skeljungi.

Í Búskapi & Vinnu greiðir Teitur frá orsøkunum til, at hesi bæði oljufeløg kunnu vera so virðismikil, hóast grøna orkuskiftið stendur fyri framman. Ein roknskapargreining hjá Birgir Nielsen frá NIRA av Magn og Effo verður løgd fram í sendingini. Greiningin vísir, at tey bæði feløgini hava góð úrslit at vísa á, sum kann liggja til grund fyri keypsupphæddini á 615 milliónir krónur fyri Magn. Keypsupphæddin svarar til eitt goodwill á góðar 400 milliónir krónur.

At Magn er ein vælrikin fyritøka við dugnaligum starvsfólkum og loyalum viðskiftafólkum er sambært Teiti Poulsen frágreiðingin upp á virðismetingina av fyritøkuni, sum eisini tekur hædd fyri eini vinnu í broyting.

CO2 avgjald er frægasta amboð
Sendingini lýsti ætlanina hjá landsstýrinum at seta í verk nýggjan veðurlagspolitikk, sum millum annað skal fremja grøna orkuskiftið við 25 átøkum. Eitt av átøkunum er eitt CO2-avgjald.

Teitur Poulsen vísti á, at eitt CO2 avgjald sambært búskaparfrøðini er frægasta amboðið til at fremja grøna orkuskiftið, tí hetta eggjar húskjum og virkjum til íløgur í grønari tøkni og orku. Milliarda stórar íløgur skulu gerast í sambandi við grøna orkuskiftið komandi árini, har ein gjøgnumskygd skipan við CO2 avgjøldum og støðugir vinnukarmar vil eggja privata geiranum at taka lut.

“Tú kundi gjørt eina spurnarkanning, har úrslitið óivað hevði víst, at tey flestu halda, at útlátið av CO2 skal minkað, men tá tað rakar pengapungin, so er søgan ein onnur í løtuni,” segði Teitur Poulsen, har hann sum dømi vísti á, at ferðafólk ikki eru villig at rinda meira fyri flogferðaseðlar, tá tey frívilliga kunnu velja hægri prís sum endurgjald fyri útlát.

“Men tann trendurin blívur sterkari og sterkari í løtuni og ‘the train has left the station’, so øll mugu vera við.”

Fyrsta sendingin verður endursend sunnukvøldið klokkan 19:30 á Rás 1 á Televarpinum. Næsta sending í røðini Búskapur & Vinna verður á skránni komandi mikukvøld klokkan 19, tá sjóneykan verður sett á føroyska bankageiran.

Meira kunning um sendingina fæst her: Búskapur og vinna - Televarpið (tv.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo