Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: 18. oktobur verður árliga YAM-Awards hildið í Brugge, Belgia. YAM-Awards stendur fyri Young Audience Music Awards, og er partur av stóra felagsskapinum YAM-Sessions, ið leggur dent á at menna tónleikamentanarligar upplivingar fyri børn í øllum Evropa.

Tilnevnd eru tónleikaupplivingar í seks ymiskum bólkum. Til ársins hátíðarhald eru heili tvær framførslur tilnevndar, í hvør sínum bólki, har ein føroyskur tónleikari er partur av verkætlanunum. Tónleikarin er saksofonisturin Kristina Thede Johansen, ið er partur av framleiðslutoymunum á báðum verkætlanunum.

Tilnevningarnar eru
Best Opera: HjerteLyd
Best School Concert: CLASSICAL - Ensemble Eiradís

Fleiri tykkara kenna væntandi HjerteLyd, ið varð framført fyri umleið 250 pinkubørnum í Føroyum í juni, og saksofonkvartettin Eiradís hevur áður verið partur av Listaleypinum við verkstovuni “Eg, tónaskaldið”, umframt fleiri kirkjukonsertir kring landið.

Ein altjóða dómsnevnd ger av, hvør ið vinnur innan hvørjum einstaka bólki, men ein áskoðaravirðisløn verður eisini handað. Til ber at fara inn á www.yamawards.org og atkvøða fyri konsertunum, ið síðani kunnu vinna ársins Public Award (áskoðaravirðislønin). Fyri tey ágrýtnu kann nevnast, at til ber at atkvøða einaferð um dagin. Atkvøðugreiðslan krevur, at ein ger sær ein brúkara, men hetta er skjótt og lætt - og eingin tíðindaskriv fylgja við.

Virðislønirnar verða avdúkaðar 18. oktobur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo