Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hósdagin, 30. juni kl 20:00 letur Ása av Reyni Jøkladal málningaframsýning upp í Ribarhúsi. Hetta er aðru ferð, at Ása sýnir fram málningar sínar.

Ása av Reyni Jøkladal varð fødd 15. november 1955 í Tórshavn. Hon er dóttir mæta listamannin, Ingálv av Reyni 1920-2005, og mamman er, Elsa av Reyni, fødd Thomsen úr Porkeri. Elsa livir enn, og hon er 95 ára gomul.

Tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn. Ingálvur av Reyni hevði frøtt seg yvir, at dóttir hansara  læt upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Hugsi, at mamman tekur undir við hesum, og gleða vit okkum til hesa sýning, sum sagt, letur upp hóskvøldið 30. juni kl 20:00 og er opin allan juli mánaðin.  Ása er útbúgvin námsfrøðingur og hevur megin partin av lívi sínum arbeitt við børnum í barnagarði. Við sínum listaligu gávum hevur hon ment tey skapandi evnini, sum børnini hava til gleiði fyri bæði børn, foreldur og familju.

Ása hevur eitt stutt skifti gingið á Københavns Kunstskole,  og í tveimumum førum verið í listaskúlanum Ignatius á Nørrebrúgv.

Fyrsta framsýningin Ása hevði var í gamla atelierinum hjá pápa sínum, sum hevði verið hansara málarastova í meira enn 40 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo