Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tá ið Berlys Carlota Canas Toftadal kom til Føroya 19 ára gomul í 2000, dugdi hon ikki onnur mál enn móðurmálið spanskt.

Síðan hevur hon lært fleiri mál, ikki minst føroyskt, sum hon dugir nærum lýtaleyst, og tað er júst hetta, at geva sær stundir, gera sær ómak og hava tol at læra seg føroyskt, sum hon leggur øllum tilflytarum eina við.

Í fjør summar gjørdist hon skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla eftir at hava røkt varaskúlastarvið eina tíð. Í skúlanum eru 289 næmingar. Seinastu árini eru rættiliga nógvir næmingar komnir, sum hava aðra bakgrund enn føroyska ella norðurlendska.

Í hvørjum einasta skúlaflokki er í minsta lagi ein næmingur, sum er tilflytari; í summum flokkum fleiri næmingar. Summir teirra eru føddir í Føroyum, men hava útlendsk foreldur; aðrir eru nýliga fluttir til bygdina.

Í hesum skúlaárinum eru teir umleið 60 í tali, og teir umboða uml. 24 tjóðskapir. Berlys Toftadal veit, hvat næmingarnir og familjur teirra skulu ígjøgnum fyri at læra eitt nýtt mál og um somu tíð finna fótafesti í einum landi, sum er so nógv øðrvísi enn heimlandið.

- Hóast nógv er broytt, síðan eg kom til Føroya, so kenni og skilji eg alla tilgongdina, tey skulu ígjøgnum, fyrst at fáa fólk at skilja tað, tey royna at siga, og so tað seiga og drúgva stríðið at læra seg málið. Eg skilji væl, at tey eru ørkymlað, tí tað gongur ov seint. Tey vilja læra málið skjótt, men eg plagi at siga við tey, at tey mugu geva tol og gera alt fyri at læra málið væl, ikki bara føroyskt, tí skalt tú víðari í útbúgvingarskipanini, so mást tú duga danskt og enskt væl. Læring tekur tíð, og tað mást tú vita og góðtaka. Summi læra skjótari enn onnur; sjálv læri eg skjótt, men eg føli meg ongantíð hava lært alt tað, eg skal duga. Hvørja ferð eg læri okkurt nýtt, síggi eg, hvussu nógv tað er, sum eg ikki dugi. Eg kann ikki siga nóg ofta, hvussu virðismikið og týdningarmikið tað er at læra málið, ikki bara tí tú skalt ganga í skúla, men fyri alt tað sosiala og felagsskapin, tú ert partur av, og fyri at fáa alla ta kunning, tú hevur brúk fyri.

Almennu Føroyar eiga at seta krøv til fólk, sum flyta til Føroya, um, at tey eiga at læra føroyskt væl, heldur Berlys Toftadal. Besta gávan, vit kunnu geva tilflytarum, er at tosa føroyskt við tey frá fyrsta degi.

- Eg hoyri útlendingar siga, at tey ikki orka at læra seg føroyskt, tí flestu fólk skilja enskt; samstundis hoyri eg summi siga, at tey hava ilt við at fáa starv í Føroyum, sum er hóskandi til ta útbúgving tey hava heimanífrá. Vilt tú av álvara nakað, so mást tú stríðast fyri tí, tú vilt; sjálvsagt er í lagi at fáa hjálp, men tá ið tað snýr um læring til dømis, so fært tú einki fyri einki. Tað eri eg von við heimanífrá. Skalt tú kunna brúka tína útbúgving í Føroyum, so mást tú skilja og tosa føroyskt. Eg skilji væl, at útlendingar, sum hava góða fakliga útbúgving, harmast um arbeiðsmøguleikarnar í Føroyum og enda við onkrum ófaklærdum arbeiði, men fyrsta treyt fyri at kunna fáa javnbjóðis møguleikar á arbeiðsmarknaðinum við føroyingar er at duga málið. Vit eiga at virða mentanina hjá útlendingum, men tey eiga at læra ta føroysku mentanina at kenna, um tey vilja vera her.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo