Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

“Fólkaatkvøða og húsagangur” eitur nýggj bók eftir Jógvan Arge. Hetta er tann áttanda í røðini Mín krýnika. Hendan krýnikan røkkur frá politikarunum Erlendi Patursson og Hilmari Kass um fólkaatkvøðuna í 1946 og fiskimannaverkfallið í 1954 til politikkin um tíggjuáraskiftið 1990 og bankakrakkið í 1992.

Føroyskir oddamenn fingu ein dramatiskan dag í Keypmannahavn 5. oktober 1992. Atli Dam og Jógvan Sundstein vórðu boðsendir at vera Sjóvinnubankanum til hjálpar, tí danska fíggjareftirlitið ætlaði at stongja bankan, kom hann ikki við nýggjum eginpeningi.

Av tí, at landsstýrið einsamalt onki fekk gjørt, fingu teir í lag fund við forsætisráðharran Poul Schl:uter. Men hann var hvørki til at høgga ella stinga í í fyrstu syftu. Beitti føroysku umboðini á aðrar myndugleikar og stovnar. Men tað segði alt tað sama. Ongin vildi játta at hjálpa bankanum.

Kortini arbeiddi stjórnin við eini loysn, sum kom undan kavi seint á kvøldi. Tá ásannaði eisini danski stjórnar-leiðarin og hansara stjórn, at tað var ikki gott, um bankin stongdi. Hesin dagurin og tíðin undan hóttandi húsaganginum er ein týðandi partur av hesi áttandi krýnikuni.

Her eru eisini søgurnar um politisku oddamenninar Erlend Patursson og Hilmar Kass. Erlendur var odda-maður í tjóðveldisflokkinum og Hilmar í sjálvstýrisflokkinum. Hilmar var skipsføraralærdur og var mangan tungan á vágskálinií løgtinginum.

Hann sat á tingi í 22 ár og var í samgongu meginpartin av tíðini. Sum formaður í marknaðarnevndini luttók hann í mongum samráðingum um EEC og eisini um fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Sum fráleið dámdi honum ikki tær mongu og stóru játtanirnar frá tí almenna til vinnulívið.

Erlendur Patursson vaks upp í Kirkjubø. Fór 11 ára gamal til Íslands at ganga í skúla. Kom aftur úr Keyp-mannahavn eftir kríggið við prógvi sum cand.polit. Var fremstur millum teirra, sum talaðu fyri loysing á fólkaatkvøðuni 1946.

Var eisini teirra millum, sum stovnaðu málgagnið 14. SEPTEMBER og tjóðveldisflokkin í 1948. Kom inn á ting í 1954. Tá var hann eisini formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum sama árið var í einum drúgvum og dramatiskum verkfalli.

Eysturoyingar komu í stórum tali av Skálafjørðinum Havnar at avmanna trolaran “Vesturskin”, sum var á veg til fiskiskap. Tá teir bordaðu hann, vórðu eysturoyingar móttiknir við dampi og skalkijarni. Skalkijarnið varð tikið úr hondum reiðarans, og verkfalsbrótarar vórðu tiknir í land. Stríðið endaði á løgtingi, har samtykt varð at hækka minstuløn fiskimanna munandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo