Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag gjørt avtalu við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, um at hesar tríggjar kommunur skulu veita fólkabókasavnstænastur til hinar kommunurnar í landinum. 

- Avtalan um fólkabókasavnstæanstur tryggjar, at allir borgarar í landinum fáa atgongd til fólkabókasavnstænastur, og tað eri eg serstakliga fegin um, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Nýggja bókasavnslógin ásetur, at allar kommunur í landinum hava skyldu at veita fólkabókasavnstænastur. Kommunur, ið ikki hava egið fólkabókasavn, ella hava eitt fólkabókasavn, har einki starvsfólk hevur hægri bókasavnsfakliga útbúgving ella bókavarðaútbúgving, skulu sambært bókasavnslógini gera avtalu við aðra kommunu um at veita fólkabókasavnstænastu. Tænasturnar fevna um ráðgeving um bókasavnsrakstur, bókasavnsskipanir, skráseting, innkeyp, kassatión, klassifikatión, leiting, vegleiðing, meting av tilfari og keldum og miðlan av bókmentaligum tilfari.

Landið letur í alt 2,010 mió. kr. í stuðli til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur. Stuðulin verður latin við heimild í § 10 í bókasavnslógini. Stuðulin verður veittur Tórshavnar kommunu,  Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu afturfyri at kommunurnar gera avtalu við hinar kommunurnar í landinum, um at veita og menna fólkabókasavnstænastu í hesum kommununum. Avtalurnar við hinar kommunurnar verða gjørdar í næstum.

Her er leinkja til avtaluna um fólkabókasavnstænastur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo