Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg bjóði meg fram á listanum hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið 31. oktober.

Til seinasta val var tað ikki nógv sum manglaði í, fyri at tit góvu annað umboðið til Fólkaflokkin. Tískil fari eg at heita á allar fólkafloksveljarar um at fara á val tann 31. oktober og velja eina sterka fólkafloksrødd á Fólkating.

Fyri fleiri kann tað tykjast meiningsleyst at velja føroysk umboð á Fólkating. So leingið sum vit ikki hava fult sjálvsræði og øll mál ikki eru yvirtikin, so er neyðugt at vit hava umboðan á Fólkatingi, fyri at verja føroysk áhugamál og tala føroyska søk í viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum.

Um eg verði valdur á Fólkating fari eg millum annað at virka fyri:

• at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark, millum annað við betri atgongdt til lestrarbústaðir

• at bøta um umstøðurnar hjá teimum sum verða send til Danmarkar til sjúkraviðgerð, við millum annað at nýggja føroyska talgilda heilsuskipanin skal samvirka við donsku talgildu heilsuskipanina

• at Føroyar yvirtaka loftrúmið, íleggingargrunnin og fáa limaskap í altjóða felagsskapum

• at Føroyar fáa altjóða viðurkenning og harvið limaskap í ST, Olympisku Nevndini og WTO

Tískil hevði tað glett meg, um tú vísti tín stuðul til mín og Fólkaflokkin, soleiðis at vit kunnu umboða teg á Fólkatingi.

Uni Rasmussen
valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo