Formaðurin í Fólkaflokkinum er komin í fokus eftir nógva rumblið seinastu tíðina, men óvist er, um nakar stillar upp ímóti honum, skrivar Kringvarpið.
Tað er ikki lætt at koppa formanninum:
- Fyrsta fortreytin er í øllum føri, at ein triðingur av ting- og landsstýrismanningini peikar á eitt annað valevni, sum skal hava sæti á tingi ella í landsstýrinum.
- Tað merkir, at fýra ting- ella landsstýrisfólk skulu peika á eitt valevni at stilla upp móti Jørgeni Niclasen.
- Men eitt er at verða uppstillaður, tað er nakað heilt annað at verða valdur, skrivar KVF.
Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum í 14 ár, og á seinasta løgtingsvalið gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur á tingi nakrantíð við 8 tinglimum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo