Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Kunngerðin um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2025 er nú lýst, og á nýggjárinum hækka pensjónir og aðrar almannaveitingar við 3,6%.

Fólkapensjónin hækkar við millum 390 til 475 kr. um mánaðin, og harumframt hækkar útgjaldið frá Samhaldsfasta.

Hjá persóni, sum fær hægstu fyritíðarpensjón, hækkar pensjónin við 480 og 565 kr. um mánaðin til ávikavist gift og ógift. 

Flestu almannaveitingar eru knýttar at kunngerðini og sostatt hækka flestu almannaveitingar. Upphæddirnar, sum verða galdandi í 2025 kunnu síggjast her: kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2025

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo