Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Tað er í trúnaði” .... Politikkarar dáma sera væl, tá okkurt er í trúnaði - og eisini landsstýrisfólk.

Men tann størsta ábyrgdin av øllum í einum fólkaræði er at tryggja gjøgnumskygni og at øll tey, sum gjalda skatt, vita hvat vendir upp og hvat vendir niður.

Eg hoyri nú ein landsstýrismann siga fylgjandi við KVF:

- Tað er sera týdningarmikið, at málið um samstarv við Russland, verður viðgjørt í trúnaði. Tí skal málið bara viðgerast í Uttanlandsnevndini og ikki í Løgtinginum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Hetta kann sjálvandi aldrin góðtakast í einum fólkaræði - um Løgtingið ikki sleppur at viðgera slíkt álvarsmál, so hava vit tikið okkara fólkaræði burtur.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo