Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sum heild stendur verri til nú við fólkaræðinum í heimsins londum enn tað gjørdi seinast tankasmiðjan hjá The Economist kannaði málið.

Economist Intelligence Unit (EIU) er tankasmiðja sum er tætt knýtt at miðlinum The Economist, og hvørt ár gera tey upp og skriva eina frágreiðing.

Noreg hevur fyrsta plássið, Nýsæland annað plássið, Finnland triðja og Svøríki fjórða plássið. Ísland er nummar fimm og Danmark nummar seks á listanum yvir bestu fólkaræði í heiminum.

Hugt verður millum annað at opinleika í stjórn og hjá myndugleikum annars, borgararættindum, hvussu framsagnarfrælsið hevur tað eins og frælsið at savnast í bólkum. Myndin er ikki heilt ólík henni sum hevur verið undanfarin ár.

Verður hugt at heimsins londum annars er støðan tíverri versnað. Sambært EIU er lutfallið av heimsins íbúgvum, sum liva í onkrum slagi av fólkaræði, minkað úr 49,4% til 45,7%. Og eisini her er koronafarsóttin ein partur av orsøkini. Fólk hava livað við stórum avmarkingum í sínum frælsi og eisini hevur farsóttin elvt til størri polariseringar.

- Í nógvum londum er gjógvin ímillum tey, sum taka undir við avmarkingum sum serfrøðin mælir til og tey, sum vilja hava størri frælsi og minni uppíblanding frá myndugleikunum blivin størri undir farsóttini, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo