Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eiðis kommuna: Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur verið støðugt vaksandi í longri tíð. Seinastu fimm árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 íbúgvum, soleiðis at í dag búgva 810 fólk í kommununi. Ongantíð áður hava so nógv fólk búð í kommununi.

Um aldarskiftið búðu sløk 700 fólk í Eiðis kommunu. So minkaði talið nakað, og í 2010, tá ið tað var lægst, var talan um 659 fólk.

Síðan 2010 hevur tað gingið rættan vegin. Farna ár (2021) vaks fólkatalið við fleiri enn 30 fólkum.

Fólkasamansetingin av íbúgvum er fjøltáttað. Hetta sæðst aftur í teimum mongu tjóðskapunum, ið eru umboðaðir í kommununi. Teir eru um tjúgu í talið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo