Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs Kommuna: Hóast gongdin í suðuroynni ikki gongur rætta vegin, so er gongdin í Vágs Kommunu øvugt. Okur eru 4 fólk fleiri, enn somu tíð í fjør. 1. november búðu 1.380 fólk í Vágs Kommunu í mun til 1.376 somu tíð í fjør. Eisini kann nevnast, at tað legst til fólkatalið í Hovi og Porkeri; har búðu ávíkavist 3 og 15 fólk fleiri enn somu tíð í fjør.

Í Vágs Kommunu merkja okur, at fleiri børn verða innskrivað í barnaansingina, og av tí sama hava okur verið noydd at útbyggja barnagarðsøkið. Í summar keypti Vágs Kommuna húsini við síðurnar av barnagarðinum. Hesi hús hava fyri nøkrum árum síðan verið brúkt til barnagarð - tað var áðrenn nýggi barnagarðurin Eikilund bleiv bygdur. Eftir ætlan so fara tey fyrstu børnini inn har fyrst í komandi ári. Fólk frá tekniska toyminum hjá Vágs Kommunu hava síðan í summar arbeitt við at gera húsini klár. Tað verður pláss fyri umleið 40 børnum.

Eitt, sum eisini merkist, er, at persónsskattainntøka hjá Vágs Kommunu er hækkandi. Í november fingu okur 4,5 mió. inn í skatti; somu tíð í fjør fingu okur 3,9 mió. skatti. Higartil er samlaða persónsskattainntøkan hjá Vágs Kommun 45,5 mió.

Komandi ár verður skattaprosentið lækkað við 0,2% frá 21,50% til 21,30%. Barnafrádrátturin verður tann sami, sum fyri 2022 - hann er 6000 kr.

Bjarni Johansen, borgarstjóri, fegnast um gongdina í Vágs Kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo