Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: 687 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið, og seinastu 12 mánaðirnar var hann 1,3%. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Talvan niðan fyri vísir, at vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 167 fólk og eini nettoflyting á 520 fólk.

Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini var størri enn í árinum frammanundan. Tilflytingin er vaksin, meðan fráflytingin ikki er vaksin eins nógv.

Verri var við íkastinum frá burðaravlopinum. Í mun til fólkatalið er burðaravlopið tað lægsta síðan 1985, tá byrjað varð at skráseta mánaðarlig tøl. Lága burðaravlopið seinasta árið kemur av, at færri børn eru fødd, samstundis sum munandi fleiri eru deyð seinastu mánaðirnar í mun til undanfarin tíðarskeið.

Trendurin í myndini niðan fyri vísir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nógv í 2020. Síðani tá er tilflytingin komin aftur á sama stig sum í 2019, so at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin aftur á sama stig sum í 2019 - gott og væl - og nú flyta gott 110 fólk av landinum í miðal mánaðarliga.

Eftir at føðitalið vaks í 2020, vísir trendurin, at tað er aftur á sama stigi sum frammanundan, og nú verða umleið 55 børn fødd mánaðarliga.

Talið av deyðum hevur verið hægri enn vanligt seinastu mánaðirnar, og tað sæst týðiliga aftur í trendinum. Trendurin vísir, at nærum 50 fólk eru deyð mánaðarliga seinastu fýra mánaðirnar, og tað er umleið 15 fleiri enn gongdin seinastu árini hevur verið. Burtursæð frá 2020, tá færri fólk doyðu enn frammanundan, hevur gongdin verið, at millum 30 og 35 fólk doyggja um mánaðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo