Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í Degi og Viku í gjár bar John Johannesen hesi tíðindi:

”Stórhøllin skal vera í Hoyvík. Tað hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen gjørt av í fíggjarlógarsamráðingum við donsku stjórnina”.

John Johannesen veit, at hetta er skeivt. Vit hava ikki gjørt av, hvar stórhøllin skal vera.

Ein arbeiðsbólkur, sum hevur stuðul frá ítróttarlívinum í Føroyum, arbeiðir við at finna fígging til eina stórhøll. Tórshavnar Býráð hevur longu játtað at koma við helvtini av fíggingini, og bólkurin hevur verið í samband við fleiri aðrir partar.

Bólkurin hevur eisini vent sær til okkum og spurt, um vit sum fólkatingslimir kunnu royna at hjálpa til. Eftir at hava mett um verkætlanina gjørdu vit av at royna.

Orsøkirnar eru hesar:

Fleiri ítróttargreinir hava eyðsýndan tørv á høllini, og hon kann eisini nýtast til onnur endamál so sum ráðstevnur og vera ein partur av tilbúgvingini, um ein størri vanlukka skuldi hent í Føroyum.

Høllin skal standa mitt í Føroyum og er eitt projekt fyri allar Føroyar.

Høllin kann gera tað tað munandi lættari hjá Føroyum at fáa loyvi at hýsa Oyggjaleikunum.

Hetta er ikki ein nýbygging sum so, men nærum eitt kopi av eini høll, sum stendur í Norra. Tað ger váðan munandi minni.

Arkitekturin hevur lagað høllina til føroysk viðurskifti.

Okkara størsta byggifyritøka hevur nýtt nógva orku at rokna prísin út við støði í tekningini, og tað skal vera fult gjøgnumskygni í allari nýtsluni.

Fíggjarsamráðingarnar við donsku stjórnina eru gjørdar í samráð við leiðsluna í bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Og tað eydnaðist okkum í fíggjarsamráðingunum at fáa tilsøgn um fígging til umleið 1/8 av kostnaðinum. Vónin er, at hetta kann slóða fyri, at aðrir íleggjarar eisini koma afturat. Júst sum tilsøgnin frá Tórshavnar Býráð slóðaði fyri teirri avtalu, vit gjørdu.

Sjálvandi stendur verkætlanin sterkari, um fígging kemur av bæði føroysku og donsku fíggjarlógini, soleiðis sum aðrar verkætlanir eru fíggjaðar fyrr. Hetta skuldi eisini gjørt tað lættari at fingið privata fígging. Men játtanin á donsku fíggjarlógini er ikki treytað av játtan á føroysku fíggjarlógini.

Eydnast ikki at finna alla fíggingina, verður eingin høll. Og er tað ein treyt hjá øðrum stórum íleggjarum, at játtanin frá fólkatinginum ikki er við, er tað sjálvandi eingin trupulleiki. Vil onkur annar rinda hesar 30 milliónirnar, hevur eingin nakað ímóti tí.

Okkara einasti leiklutur hevur verið – eftir inniliga áheitan – at royna at fáa ta tilsøgnina, vit hava fingið. Og hon er uttan bindingar av nøkrum slag.

Tí er tað púra skeivt, tá KVF sigur, at vit hava gjørt av, hvar høllin skal standa. Tað er gjørt av í tingingum millum arbeiðsbólkin og Tórshavnar býráð.

Vit ganga út frá, at Kringvarpið rættar hetta.

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo