Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ætlar tú at atkvøða fyri einum valevni, sum tekur umhvørvið í álvara? So skalt tú minnast til, at fólkatingsvalið er eisini eitt umhvørvisval. Og eg taki umhvørvið í álvara.

Tí veðurlagskreppan kennir ikki landamørk. Veðurlagspolitikkur er ikki bara lokalpolitikkur - tað er sanniliga eisini altjóða politikkur.

Tað hevur stóran týdning, at vit skifta landsins leiðslu út við politikarar, sum taka umhvørvispolitikk í álvara. Men tað hevur eisini stóran týdning, at okkara umboðan á størri pallum ávirkar og samstarvar fyri at basa veðurlagskreppuni.

Á fólkatingi kann eitt føroyskt umboð vera við til at hjálpa føroyskum verkætlanum, sum vilja umhvørvinum væl. Eitt nú, tá tað snýr seg um lívfrøðiligt margfeldi og orkuloysnir.

Tað kann vera ígjøgnum nevndir, grunnar og líknandi, har umboðið hevur atgongd. Men eisini at tryggja sær, at hesi sjónarmiðini verða umboðað í arktiskum og norðurlendskum høpi.

Tí har kunnu vit fáa ávirkan á, hvat kemur á skrá, um vit samstarva.

Heimurin hevur tørv á, at vit øll arbeiða saman og syrgja fyri veruligum broytingum, sum bremsa oyðandi veðurlagsbroytingunum.

Vel umhvørvið til fólkatingsvalið, vel Javnaðarflokkin.

Ingilín D. Strøm, fólkatingsvalevni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo