Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein 28 ára gamal maður var 5. mai 2022 í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein mann fleiri ferðir í anlitið.

Maðurin, sum er pólskur ríkisborgari, bleiv samstundis útvístur úr Føroyum.

Maðurin er nýliga komin til Føroyar at arbeiða og hevur at kalla einki tilknýti til landið. Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í 3 ár.

Føroya Rættur gjørdi av, at maðurin skuldi sita dómin beinanvegin. Eystari Landsrættur hevur staðfest hesa avgerð.

Maðurin hevur skotið dómin inn fyri Eystara Landsrætt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo