At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Týsdagin 6. september bórust tíðindi úr Lausanne í Sveis, sum vaktu ans her heima.

Har varð avdúkað, at stóra altjóða ráðstevnan, Football is Medicine, sum varð fyriskipað í Føroyum í 2020, fær altjóða heiðursløn til heystar.

Tað vóru Magni Mohr, professari, og May-Britt Skoradal, adjunktur í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, sum skipaðu fyri ráðstevnuni, og felagsskapirnir BestCities Global Alliance og International Congress and Convention Association (ICCA) hava nú valt júst Football is Medicine-ráðstevnuna at fáa heiðurslønina, sum eitur INCREDIBLE IMPACT.

Magni Mohr, professari, er sera errin av virðislønini fyri FIM-ráðstevnuna, sum Visit Faroe Islands eisini valdi sum Ársins átak tað árið.

“Ráðstevnan í Havn gav eina samstarvsavtalu við ST av sær, og við henni røkka vit nógv longur út í heim. At WHO hevur valt okkara gransking og rørlsumodell í royndunum at náa globalu málunum fyri rørslu fram móti 2030, er heilt fantastiskt! Og at vit so eisini vinna eina altjóða heiðursløn fyri sjálva ráðstevnuna, er sjálvandi eitt ordans herðaklapp, sum vit øll eru takksom fyri”, sigur Magni Mohr.

Í grundgevingunum fyri at heiðra Football is Medicine í Føroyum siga BestCities Global Alliance og ICCA soleiðis:

University of the Faroe Islands – Football is Medicine

The Faroe Islands in the North Atlantic - where 10% of the population is a registered footballer – and the perfect place to host an event showcasing the many benefits of playing soccer. Experts from all aspects of sports medicine, nutrition, and training delivered a compelling programme detailing how football can be used to enhance and enrich the lives of people everywhere. This is the world game as societal gamechanger; shaping physical and mental responses to recovery, ill-health, and well-being by using football as a way for us all to live happier and healthier lives.

Virðislønin verður handað á heimsráðstevnuni hjá ICCA, sum verður í Krakow í november. Tá fara Magni Mohr og May-Britt Skoradal at greiða frá, hvussu tey løgdu FIM-ráðstevnuna tilrættis, og hvørja ávirkan ráðstevnan hevur havt á heilsufremjan bæði her hjá okkum og altjóða. Við virðislønini eru eisini 7.500 dollarar, og hendan peningagávan verður markað til meira gransking.

Summi høvdu hug at rista við høvdinum, tá tað frættist, at Fróðskaparsetur Føroya og samstarvsfelagar skipaði fyri stórari altjóða – og fyri stóran part eisini uttandura – ráðstevnu í januar mánaði í Føroyum. Men May-Britt Skoradal, sum eisini stóð á odda og var mitt í rokanum tá, staðfestur, at tað ber væl til.

“Í fyrsta lagi er ikki nógv annað á skránni í januar, men í øðrum lagi, so skulu vit ikki óttast veðrið. Tað kom eisini greitt til sjóndar, at útlendsku gestirnir í roynd og veru vóru hugtiknir av eisini at kunna uppliva veður og vind. Í bakspeglinum vísti tað seg harafturat, at vit vóru beista heppin júst at hava valt januar mánað, tí stutt eftir læsti korona okkum niður. Ráðstevnan var serstakliga væleydnað, og í løtuni hava vit fleiri FIM-granskingarverkætlanir fyri børn, eldri og sjúklingar í Føroyum”, sigur May-Britt Skoradal.

Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn frøast um, at ein ráðstevna í Føroyum hevur fingið slíkan altjóða heiður.

“Tað er okkara mál, at tær ráðstevnur, sum verða hildnar í Føroyum, seta fingramerki á fyrst og fremst tað heimliga og síðani altjóða samfelagið. Júst hetta gjørdi seg galdandi við FIM2020, og vit eru eisini serliga errin um at fáa slíkan heiður fyri eina lutfalsliga minni ráðstevnu, sum kortini megnaði at broyta heimin innan sítt serøki”, siga tey haðani.

Football is Medicine (FIM) er ein altjóða vísindaligur felagsskapur, sum Magni Mohr, professari á Setrinum, og Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet, standa fyri. Talan er um 250-300 granskarar runt um í heiminum - føroyskir granskarar íroknaðir -, sum samstarva um FIM-samtakið. Seinastu 20-árini eru umleið 300 greinar almannakunngjørdar í vísindaligum tíðarritum, sum veita sterka próvførslu fyri, at fótbóltsspæl og onnur bóltspøl eru sera munadygg og breiðspektrað, tá tað ræður um at fremja heilsuna hjá børnum, vaksnum og eldri, umframt at hesin venjingarháttur virkar sum breiðspektraður heilivágur fyri sjúklingar, sum eru raktir av stóru fólkasjúkunum. Henda granskingin er umsett til fleiri rørslukonsept fyri børn í aldrinum 6-18 ár, vaksin og eldri, sum ongar royndir hava við bóltspæli, umframt til fleiri sjúklingabólkar og sosialt útsettar samfelagsbólkar. Henda íverksetan av gransking í samfelagnum, fólkaheilsuni at frama, er serstakt við Football is Medicine og hevur gjørt, at tað í dag er eitt altjóða fólkaheilsuátak.

FIM-felagsskapurin stovnaði í 2018 eina altjóða ráðstevnu, sum á fyrsta sinni varð hildin í Lissabon, Portugal. Árið eftir var Danmark vertur. Í januar 2020 varð triðja ráðstevnan so hildin í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið, Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna arbeiddu saman í tøttum sambandi við Visit Faroe Islands. Í fimm dagar varð ráðstevnan hildin kring allan býin við 250 luttakarum, umboðandi fimm ymiskar heimspartar. Heimsheilsustovnurin, WHO, luttók, og avtalað varð at samstarva um komandi ráðstevnur, og WHO vildi brúka granskingar-grundaðu rørlsukonseptini hjá FIM í teirra arbeiði at fáa ein kropsliga virknari heim. Nú verður komandi FIM2022-ráðstevnan hildin í Doha, Katar, har FIM og WHO eru vertir. Eisini er avtala gjørd um ráðstevnur í Atlanta, USA í 2023 og Firenz, Italia í 2024. Hesar ráðstevnurnar og samstarvið við heimsheilsustovnin er sprottið beinleiðis úr ráðstevnuni í Føroyum. Ráðstevnan legði eisini nógv eftir seg í Føroyum, har fleiri av rørslukonseptunum vera brúkt í gransking, skúlum, kommunum og ítróttarfeløgunum.

Les meira um virðislønina her: Incredible Impacts Award

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo