Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sunnudagin 30 juli er ætlanin at fara eina forkunnuga pílagrímsferð úr Bø til Gásadals.

Ferðin er ein gomul pílagrímsleið, sum føroyingar í miðøldini hava gingið.

Í bókini “Dagar og nøvn í álmanakkanum” sigur Axel Tórgarð: 

“Ein søgnin sigur, at í katólskari tíð var bønhús í Gásadali, sum hevði mynd av Tollaki biskupi, og hagar komu fólk úr øllum landinum at biðja til hansara”.

Tollakur varð borin í heim 1133, hann gjørdist biskupur á Skálholti í Íslandi. Eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt at hann var mettur mikið halgimenni serstakliga í Íslandi og í Føroyum.

Byrjað verður í Bíggjar kirkju kl. 11.

Tá gudstænastan er av, verður farið eftir gomlu bygdargøtuni til Gásadals. Haðani verður hildið fram norður gjøgnum líðina til Kyrjarheygg og síðani yvir til Vatni lítla.  Ferðin endar á  Bønhúsfløtti. 

Túrurin tekur uml.  5 tímar. Staðkend fólk vera við á ferðini.      

Havið matpakka við.

Bussur koyrir úr Gásadali aftur til Bíggjar.

Túrurin endar við einum drekkamunni í kirkjuhúsinum í Sørvági.

Prestarnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo