Har nevin er rættur er størsti nevin hægstirættur
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Formaðurin í Tjóðveldi segði við Útvarpið, at hann væntaði Fólkaflokkurin eisini fer at taka undir við at reisa misálit á Jenis av Rana, men tað fer Fólkaflokkurin ikki.

- Tað er brot á allar fólkaræðisligar reglur, um landsstýrismaðurin í uttanríkismálum skrivar undir avtaluna um radaran uttan um løgtingið, segði Høgni Hoydal, sum eins og Bjarni Kárason Petersen í Framsókn sær eitt misálit á landsstýrismannin sum einasta møguleika, skrivar KVF.

VP hevur spurt formannin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, um Fólkaflokkurin fer at taka undir við einum møguligum misáliti á Jenis av Rana, formann í einum av samgonguflokkunum og uttanríkismálaráðharri, men tað fer Fólkaflokkurin ikki.

- Fólkaflokkurin hevur onga ætlan um misálit á Jenis av Rana, sigur Christian Andreasen.

Christian Andreasen vísir á, at málið um radaran verður viðgjørt í landsstýrinum og í uttanlandsnevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo