Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag mótmæla harðliga, at Jørgin Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum.

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram í løgtinginum um, at fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum skal broytast frá 67 ár til 70 ár. Hetta er beinleiðis uppílegging í avtalurættin hjá Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag.

Sambært § 26 í løgtingslóg um tænastumenn er fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum ásettur sambært semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið.

Tað er tí beinleiðis brot á lógarásetta rættin hjá feløgunum, tá Jørgin Niclasen nú leggur uppskot fyri løgtingið um at broyta fráfaringaraldurin.

Feløgini kunnu als ikki góðtaka hesa framferðina.

Jørgin Niclasen eigur at virða samráðingarrættin hjá feløgunum og taka uppskotið aftur sum skjótast ella eigur umsitingin í løgtinginum at vísa uppskotinum frá sær.

Føroya Pedagogfelag                Føroya Lærarafelag

Jógvan Philbrow, formaður        Herálvur Jacobsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo