At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyar hava vunnið heiðurin sum "ársins alternativa ferðamál í Evropa" fyri 2019.

Tað er kenda ferðasíðan Travellemming, sum hevur latið heiðurin, ið byggir á metingarnar hjá fimm ferðakønum bloggarum. 

12 ferðamál vóru í uppskoti til heiðurin, og var tað eingin ivi ímillum dómarnar um, hvør vinnarin skuldi verða.

Um orsøkina til, at Føroyar vórðu valdar sum vinnarin, sigur dómsnevndin millum annað, at "Føroyar eru allarhelst eitt av teimum síðstu óspiltu londunum í Evropa, og at landið er ein fullkomin leikvøllur fyri tínar sansir."

Kirsten Rich, ein av teimum fimm dómarum, sigur herundir, at "Føroyar eru ovarlaga á mínum ferðaslista vegna ta ovurhondsvøkru náttúruna í landinum."

Visit Faroe Islands nomineraði Føroyar til heiðurin, sum í fjør fór til Dominikanska lýðveldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo