Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Styrkistiltakið Burn Showdown er á skránni í høllini á Hálsi um vikuskiftið.

Tey, sum hava luttikið í styrkiskappingini í dag, hava luttikið í tveimum ymiskum kategoriium: "Strongwoman" (Sterk kvinna) og "Strongman" (Sterkur maður).

Føroyska Armgarð av Regni gjørdist vinnarin í bólkinum "Strongwoman", meðan bretski Laruence Shahlei gjørdist vinnari í bólkinum "Strongman".

Hjá kvinnum luttóku tríggjar kvinnur, og tær vóru allar føroyskar, meðan hjá monnum luttóku átta mans, og teir vóru frá sjey ymiskum londum - Bretlandi, Danmark, Føroyar, Pólland, Svøríki, Grønland og Litava.

Føroyski Bjarni Nielsen gjørdist nummar fýra í "Strongman" bólkinum.

Sigast má, at føroyingar hava tikið væl ímóti styrkistiltakinum, ið var á skránni fyri fyrstu ferð í fjør, tí á leið 1000 fólk hava verið og fylgt við kappingunum, sum hava verið í dag.

Burn Showdown er aftur á skránni í morgin, og tá verður tað serliga spennandi, hvør gerst tann stóri vinnarin í Bikini Fitness.

Tað verður kl. 21 í annaðkvøld.

Sí myndir frá dagsins Burn Showdown her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo