Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Málið er at savna 200.000,- kr. til ígongdsetan av verkætlanini Spinnarínum Mona, inni á Spinnarínum í Klaksvík. Nú ein lítil vika er eftir at savna pening í, er nærum 70% fíggjað. Heldur hendan gongdin fram, fara vit at náa málið.

Innsavningin er skipað av hópfíggingarportalinum hjá Føroysku vinnuframaskipanini. Ein portalur har einstaklingar og fyritøkur kunnu fara inn at stuðla teimum verkætlanum, ið nemur teirra áhuga.

Verkætlanin Spinnaríið Mona er eitt tiltak, ið skal taka hond um føroysku ullina. Hetta merkir í stuttum, at aðalmálið hjá Monu er at spinna og góðskumenna ullina, so hon kann gerst áhugaverd hjá fleiri at brúka.

Samstundis bjóðar Mona inn til eitt spennandi og kreativt umhvørvið, har føroyingar og ferðafólk kunnu koma á gátt, at síggja, læra og uppliva eitt grundleggjandi og søguligt handverk.    

Tiltakið er partur av Économusée konseptinum, ið hevur sum endamál, at varðveita og menna eitt siðbundið handverk, í hesum føri okkara óítøkiliga mentanararv, sum ullahandverkið er.

Meira kunning um verkætlanina er at finna á Facebook síðuni: Spinnaríið Mona.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo