Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ikki færri enn trý tíðarrit í Stórabretlandi, sum skriva um frímerki, nevna føroysku frímerkjaútgávuna við sonevnda stólabeinsstemplinum, sum kom á 100 ára degnum 1. januar 2019.

Søgan er í stuttum, at fyri 100 árum síðan varð tað sonevnda stólabeinsstemplið nýtt til at yvirstempla 5 oyra frímerki til 2 oyra frímerki.

Orsøkin var frímerkjatrot, tí postgjøldini vórðu broytt 1. januar 1919 og ólagaligt skipasamband gjørdi, at nýggj frímerki ikki komu til landið.

Frímerkini vísa ávikavist sjálvt stólabeinsstemplið og eitt uppskot til, hvussu stemplast kundi á 5 oyra frímerkið.

Tað var postekspedient Godskesen Andersen, sum í síni tíð gjørdi hetta uppskotið.

Bretsku tíðarritini, sum hava tikið søguna upp, eru Stamp Magazine, Stamp Collector og Gibbons Stamp Monthly.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo